SEV-stjórin: Tað skal ikki standa á at veita streym til el-bussar

25.01.2022 - 19:01
Innlendis›Umhvørvi
SEV-stjórin: Tað skal ikki standa á at veita streym til el-bussar
SEV er til reiðar um Tórshavnar Kommuna velur el-bussar at røkja bussleiðina, sigur Hákun Djurhuus, stjóri
"Tað skal ikki standa á at veita streym til bussarnar hjá Tórshavnar kommunu, um býráðið velur el-loysnina," sigur Hákun Djurhuus, stjóri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tórshavnar kommuna hevur heitt á svensku fyritøkuna AFRY (afri), at gera eina meting, um kommunan skal keypa el-bussar ella diesel-bussar.

Svenska fyritøkan skal eisini kanna, um Sev er ført fyri at veita neyðuga streymin, og tað er SEV, sigur Hákun Djurhuus.

Men júst hvussu løðistøðirnar og streymveitingin kemur at síggja út, er tó tengt at fleiri avgerðum hjá kommununi, um hon velur at el-bussar at røkja bussleiðina, sigur Hákun Djurhuus..

Svenska fyritøkan skal eisini kanna hvørt SEV er sinnað at samstarva fakliga og fíggjarliga, stendur í innlitið frá Tórshavnar Kommunu, sum Kringvarpið hevur fingið um málið.

Og júst um tann fíggjarliga partin skulu tað fleiri samrøður til, sigur stjórin í SEV.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120