BBC-keypið kann tryggja fleiri sesongir av TROM

30.01.2022 - 14:30
ListLeiklist
BBC-keypið kann tryggja fleiri sesongir av TROM
Stórur heiður hjá okkum, at BBC hevur keypt rættin til at vísa TROM, sigur Jón Hammer, framleiðari
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Sendirøðin Trom er gjørd í Føroyum.

Sølan av TROM til BBC prógvar, at tað er áhugi fyri tí, sum vit framleiða her í Føroyum. Og tað kann hjálpa okkum at fáa sett gongd á fleiri sesongir av TROM ella aðrar røðir og filmar úr Føroyum, tá vit vita at tað finst ein marknaður

Tað sigur Jón Hammer frá KYKmyndir, sum hevur framleitt TROM. 

Jón Hammer ger eisini vart við, at BBC og Bretland eru serliga kend fyri júst krimisjangruna.

So at sleppa at vísa eina føroyska krimi, ta fyrstu, í BBC, taka fólkini handan TROM sum eitt herðaklapp, og sum eina ábending um, at vit kunnu halda fram at framleiða meir. 

Í innslagnum hoyrdu vit brot úr samrøðu, sum FM1 gjørdi við Jón Hammer frá KYKmyndir. Ein longri samrøða við Jón Hammer kann hoyrast á In.fo. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. august
RagnarRokk: Maik Weichert um Heimat
194233
Fríggjadag 22. august
Morgunlestur fríggjadagur 22. august 2025
195629
Hósdag 21. august
Morgunlestur hósdagur 21. august 2025
195628
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. august
Veðrið
195855
Mikudag 20. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195799
Týsdag 19. august
Veðrið
195771
Týsdag 19. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
195740
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726