Breddin: Ungfólk manna tingið

Breddin: Ungfólk manna tingið
Í tveir dagar eru tað ungfólk, sum smíða lógaruppskot og seta landsstýrisfólkunum spurningar
Løgtingið er í hesum døgum karmur um ungdómsting.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2022 - 09:16

32 skúlanæmingar úr øllum Føroyum hava í hesum døgum skift vanliga gerandisdagin í skúlanum út við teir valdsmiklu sessirnar í løgtinginum.

Í tveir dagar eru tað tey, sum seta dagsskránna á tingi, smíða lógaruppskot, gera nevndarinnkallingar og seta landsstýrisfólkunum spurningar. 

Vit hitta nakrar av teimum ungu politikarunum í tinginum, og í útvarpsstovuni viðgera vit,hvønn týdning tað hevur fyri politiska medvitið hjá føroyskum ungdómi, at løgtingið sum stovnur er karmur um ungdómstingi. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037