Væl nøgdur við svarið frá Uttanlandsnevndini

15.02.2022 - 09:34
InnlendisPolitikkur
Væl nøgdur við svarið frá Uttanlandsnevndini
Jenis av Rana, landsstýrismaður, væntar, at danskir myndugleikar fáa endaligt svar um radaran í næstu viku
Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, sum nú hevur givið landsstýrismanninum svar um radaramálið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, er væl nøgdur við svarið, hann hevur fingið frá Uttanlandsnevndini, sum hevur viðgjørt radaramálið.

Hann væntar, at danskir myndugleikar fáa endaligt svar úr Føroyum um radaran í næstu viku.

Hoyr samrøðu við Jenis av Rana í útvarpstíðindunum.

Samgonguflokkarnir hava fýra umboð í Uttanlandsnevndini. Tey eru Bill Justinussen, sum er formaður, Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Jaspur Langgaard og Frimodt Rasmussen.

Andstøðan hevur tveir limir, Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086