Helst verður toppfundur um støðuna í Ukraina

Helst verður toppfundur um støðuna í Ukraina
Vladimir Putin og Emmanuel Macron, forsetarnir í ávikavist Russlandi og Fraklandi, eru vorðnir samdir um at skipa fyri einum toppfundi um framtíðina hjá Ukraina.
 
20.02.2022 - 16:27

Tað boðar franska forsetaráðið frá seinnapartin.

Putin og Macron tosaðu í dag í meir enn hálvanannan tíma umvegis telefon har Macron royndi at mýkja støðuna.

Sambært miðlinum The Guardian týðir hetta uppá, at Russland í løtuni í øllum førum, er sinnað at lata vera við at gera innrás í Ukraina, fyri at finna eina diplomatiska loysn. 

Jean Yves Le Drian, franski uttaníkisráðharrin, skal hitta russiska starvsbróðurin Sergei Lavrov ein av næstu døgunum til at fyrireika fundin á hægsta stigi millum Russland, Ukraina og møguliga onnur.

Ábendingar eru í løtuni um, at Frakland og Týskland vera við aftrat á hesum fundunum, men tað er ikki endaligt.

Enn er tó ov tíðliga at siga, um Macron hevur megnað at finna eina diplomatiska loysn, tí sambært The Guardian er enn óvist, um hansara stig í dag hevur stuðul frá USA og Bretlandi, men higartil hava flestu diplomatisku stigini sum eru tikin, verið í samráð við Hvítu Húsini.

Um toppfundurin verður, verður endamálið, at nágreina nýggjar treytir fyri frið og trygd í Evropa, upplýsir franska forsætisráðið sambært The Guardian. Eisini stendur í fráboðanini, at fundirnir skulu vera við til at fáa í lag aftur vápnahvíld, tryggja Donbas økinum í Eysturukraina, har fleiri froboðanir hava verið um at skotið verður við kanónum, og fyri at tryggja ein varandi frið í økinum.

Russiska forsætisráðið leggur aftrat, at Russland við hesum ikki tekur nøkur av sínum krøvum aftur, og legði aftur dent á, at USA og NATO mugu taka russisku trygdarkrøvini í fullum álvara, og mugu svara øllum teimum spurningum, sum Russland hevur sett teimum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373