KT-serfrøðingur : Lítil vandi fyri, at teldusníkar leypa á Føroyar

26.02.2022 - 12:45
Innlendis
KT-serfrøðingur : Lítil vandi fyri, at teldusníkar leypa á Føroyar
"Føroyar eru eitt lítið land, og tí eru vit eitt lítið áhugavert mál fyri russikum cyperálopum," sigur Kaj Heri Joensen, nú Russland fremur fleiri talgild álop
Tað er lítið sannlíkt, at russiskir teldusníkar fara at leggja beinleiðis eftir Føroyum
Mynd: Shutterstock.com  

Við innrásini í Ukraina, so fer heimurin fyri fyrstu ferð at uppliva eina samanseting av siðbundnari og talgildari krígsførslu.

Tað fer eisini á raka Danmark, sigur Peter Kruse, ein av stovnaranum av trygdarfyritøkuni, CSIS.

- Vit mugu vænta eina øking av slíkum álopum á tey lond, sum seta átøk í verk í móti Russlandi.

Kaj Heri Joensen, data-arkitektur og KT-trygdarserfrøðingur hjá Elektron, heldur tó ikki, at Føroyar eru eitt mál. 

Heldur ikki, nú nógv umrøddi radarin hevur gjørt Føroyar sjónligari enn áður.

 

Nógvar ukrainskir KT-ráðgevar

Ein trygdarvandi kann vera KT-ráðgevar, sum eru tengdir at føroyskum fyritøkum, sum eru partur av stríðnum í Ukraina. 

Talgildu Føroyar hava átta ukrainskar ráðgevar, sum hava verið við til at ment talgilda føroyska pallin.

Nikolaj Balle, stjóri fyri Talgildu Føroyar, sigur í stuttari viðmerking, at tey hava verið í samband við ukrainsku ráðgevarnar, og at teir eftir umstøðunum hava tað gott, og at nakrir teirra enn hava møguleika at røkja sítt arbeiði.

Hann leggur tó afturat, at í Talgildu Føroyum eru tey tilvitað um møguliga trygdarvandan, og tey hava umrøtt støðuna, og um ávís trygdartiltøk skulu setast í verk.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549