Fyribils vápnahvíld í Ukraina

bannari
Fyribils vápnahvíld í Ukraina
Vápnahvíldin skal tryggja, at fólk sleppa úr ávísum býum
Flóttafólkastreymurin úr Ukraina veksur alsamt. Henda myndin er tikin á markinum millum Ukraina og Pólland.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.03.2022 - 09:41

Fjórða dagin á rað boðar Russland frá, at fyribils vápnahvíld kemur í gildi í ávísum pørtum av Ukraina, so flóttafólk kunnu fara úr býum, eftir ávísum vegum.

Tað sigur tíðindamaðurin hjá DR, Kristian Almblad, sum er í Lviv.

Hann sigur, at vápnahvíldin kemur í gildi kl. sjey føroyska tíð, og skal vara í nakrar tímar.

M.a. verða høvuðsstaðurin Kyiv og Mariupol nevndir, har fleiri royndir eru gjørdar at fáa fólk úr býnum.

Í gjár vísti Ukraina einum uppskoti um vápnahvíld aftur, tí fólkini, sum kundu fara úr nøkrum býum, høvdu bert atgongd at fara til Russlands ella til Hvítarusslands.

Og so lógu minur á vegnum úr Mariupol, upplýsa hjálparfelagskapir.

 

Prísurin kann hækka munandi

Fleiri leiðarar kring heimin hava umrøtt møguleikan at gevast við at keypa olju og gass úr Russlandi, fyri at leggja trýst á landið. Men tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri heimin, sigur ein talsmaður fyri russisku stjórnina.

- Gevast lond at keypa olju úr Russlandi, so fer prísurin at hækka upp í 300 dollarar fyri tunnuna, sigur virkandi forsætisráðharrin í Russlandi, Alexander Novak.

Hann leggur aftrat, at um tað verður gjørt, so tilskilar Russland sær rætt til at steingja fyri gassleiðingini Nord Stream 1, sum er ein av størstu orkuleiðingunum til Evropa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514