Tvíbreytaður elduvíkarvegur kostar 110 mió. kr.

Tvíbreytaður elduvíkarvegur kostar 110 mió. kr.
Tað kostar fimm milliónir at umvæla skaðan, sum vegurin fekk av skriðulopinum
Elduvíkarvegurin fór illa av skriðulopinum herfyri.
Mynd: Árni Jacobsen, Landsverk  
 
17.03.2022 - 10:12

Tað fer at kosta 110 milliónir at gera elduvíkarvegin tvíbreytaðan, metir Landsverk.

Vegurin er 7,7 kilometrar. 

Og í 2018 var metingin at dagføra vegin 52 mió kr.

Landsverk mælir til, at vegurin verður dagførdur við at asfaltera verandi veg og gera betri og breiðari vegakslar á báðum síðum.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, sum spurdi um elduvíkarvegin. 

Skaðin, sum hendi 26.februar, tá tvær skriður raktur hálvan kilometur av vegnum, kostar fimm milliónir krónur at umvæla.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928