Ráðið fyri gransking og menning fer nú til verka

Ráðið fyri gransking og menning fer nú til verka
Samgongan hevur uppraðfest at skipa føroyska granskingarøkið við at smíða nýtt lógarverk fyri økið
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um gransking.
 
22.03.2022 - 10:58

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan fer at virka um eina góða viku, tann 31.mars.

Tað skal millum annað arbeiða við einari strategiskari ætlan um gransking í Føroyum og uttanlands. 

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um pengar til heilsugransking. Sjúkrakassagrunnurin fíggjaði heilsugranskingina.

Samgongan hevur uppraðfest at skipa føroyska granskingarøkið við at smíða nýtt lógarverk fyri økið, sigur Jenis av Rana. 

Ein lóg kom í 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Og kunngerðin um limir í ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan kom í fjør.

Landsstýrisfólkini kunnu soleiðis í einari felags fyrisiting fáa upp í hendi at umsita granskingarjáttanina, sum tey hava.

Tá verður so skipað ein sjálvstøðug faknevnd, sum skal stjórna stuðulsskipanum og hava evstu ábyrgd av málsviðgerð og avgerð um at játta stuðul.

Løgtingið hevur eisini samtykt sáttmála um atlimaskap í granskingar- og nýskapanarsamstarvinum hjá ES, Horizon Europe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650