Neyðtøkutilbúgvingin var ikki nøktandi

Neyðtøkutilbúgvingin var ikki nøktandi
- Eg føldi meg sum eina forsøgskanin, sigur kvinnan, sum var úti fyri eini neyðtøkuroynd sunnunáttina
25.03.2022 - 17:35

Nýggja neyðtøkutilbúgvingin á Landssjúkrahúsinum var ikki klár, tá ið á stóð. 

"Tað var púra greitt, at tey vistu ikki hvat tey gjørdu, tí tey vóru ikki klár. Starvsfólkini vóru blíð og royndu sítt besta, men tey vóru ikki klár. Til dømis kom ein gynokologur inn til mín, fekk at vita, at tað bara var ein neyðtøkuroynd og spurdi meg "Also ert tú ikki neyðtikin - heldur ikki í reyvina?" Tey máttu læna telefonina hjá manninum at taka myndir av mínum sárum og bláu merkjum, tí tey høvdu ikki útgerð klára. Sum heild var tað sum um, at man bara er byrjaður, uttan at vera til reiðar til at taka ímóti okkum offrum."

Tað sigur kvinnan, ið var úti fyri eini neyðtøkuroynd síðsta vikuskifti, í einum skrivligum boðum til Kringvarpið.

Landssjúkrahúsið harmast

Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, harmast um upplivingarnar, sum kvinnan var úti fyri, tá hon vitjaði nýggju neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum. Hon sigur, at broytingar nú verða gjørdar í mannagongdunum, so tílíkt ikki kemur fyri aftur.

Eisini er ætlanin at tillagað tilbúgvingina, so neyðtøkuoffur eisini fáa tilboð um sálarfrøðiliga hjálp. Hetta er ikki partur av neyðtøkutilbúgvingini í løtuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232