- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdi: Piddi var grivin í Neshaga
Ákærdi: Piddi var grivin í Neshaga
Tá løgreglan var biltúr við ákærda, segði hann, at Piddi var grivin í Neshaga. Seinni segði hann, at talan var um ein hund ella seyð
15.11.2012 - 16:25
17.juli í ár er ein serligur dagur í drúgvu søguni um Piddamálið.
Tann dagin koyrdu tveir politistar ein langan biltúr við ákærda manninum. Maðurin segði, hvagar hann vildi fara. Tey vóru á Selatrað, á vegnum út á Hagaleitið við Leirvík og í Neshaga.
Piddi grivin
Í Neshaga sigur ákærdi so, at á einum av teimum trimum støðunum, tey høvdu verið, er hann, sum hann sigur, grivin. Hann sigur ikki Piddi, men politistarnir ivast ikki í, at tað er Piddi, hann tosar um.
Seinni sigur hann so neyvt, hvar Piddi skal liggja grivin, og teknar staðið. Politiið fær nakrar tekningar frá honum. Eina viku seinni eru tey aftur í Neshaga. Ákærdi maðurin endurtekur, hvar Piddi er grivin.
Servandir hundar
Politiið letur ikki orðini hjá ákærda fara aftur við borðinum. Boð verða send eftir servandum hundum úr Danmark, enntá tvær ferðir, at leita í Neshaga. Grivið verður eisini. Men einki er at finna.
Seinni hevur ákærdi maðurin so sagt, at hann tíðliga um morgunin 6.november í fjør sá tveir menn grava okkurt niður í Neshaga. Men tað var ikki eitt fólk eftir støddini at døma. Helst gróvu teir ein hund ella ein seyð, helt ákærdi, tá hann varð avhoyrdur í nevningatinginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV