Flóttafólk fáa sama rætt til viðgerð sum føroyingar

Flóttafólk fáa sama rætt til viðgerð sum føroyingar
Lógaruppskot er komið úr Heilsumálaráðnum
Flóttafólk úr Ukraina skulu fáa sama rætt sum føroyingar til viðgerð í sjúkrahúsi.
 
06.04.2022 - 08:46

Flóttafólk úr Ukraina fáa sama rætt til viðgerð í sjúkrahúsi sum føroyingar, so skjótt sum tey fáa fyribils uppihaldsloyvi her og eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum.

Eitt lógaruppskot um tað kom úr Heilsumálaráðnum í løgtingið í gjár.

Uppskotið kostar 4,2 mió. kr. um árið. Tá er roknað við 200 fólkum úr Ukraina. 

Vikið er frá øllum frávikum, so uppskotið verður avgreitt í løgtinginum í dag.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan eitt.

Fyrst á skránni eru ófráboðaðir fyrispurningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026