Ukraina: 52 fólk deyð í álopi á tokstøð

Ukraina: 52 fólk deyð í álopi á tokstøð
- Hetta er eitt grovt brot á fólkrættin og kann á ongan hátt góðtakast, sigur ST-aðalskrivarin, António Guterres
Tokstøðin í Krematorsk. Mynd: Fadel Senna/AFP/Ritzau Scanpix
Mynd: Mynd: Fadel Senna/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.04.2022 - 12:35

Ein høgtstandandi embætismaður í Pentagon sigur við The Guardian, at Russland sendi tvær stuttrøkkandi rakettir móti tokstøðini Krematorsk. 

Sambært ukrainskum stjórnarkeldum lótu minst 52 fólk lív og umleið 300 vórðu særd. Hetta skrivar NRK.

Úr Pentagon verður eisini sagt, at russar í løtuni byggja upp eina stóra herdeild á umleið 60.000 mans við stórbýin Kharkiv har norðureysturi í Ukraina.  

- Vit trúgva ikki russisku afturvísingunum, um at teir einki hava við rakettálopið at gera, sigur embætismaðurin í Pentagon.

Krígsbrotsverk
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í síni dagligu videotalu í gjárkvøldið, at russar við hesum hava framt eitt krígsbortsverk. Tí má eitt aftursvar koma frá altjóða samfelagnum.

Hann sigur, at finnast má fram til, hvør gav boðini um álopið, og afturvísir russiska páhaldinum um, at tað vóru ukrainar sjálvir, sum framdu rakettálopið. 

ST-aðalskrivarin, António Guterres, fordømir eisini álopið.

- Hetta er eitt grovt brot á fólkrættin og kann á ongan hátt góðtakast. Tann, sum stendur aftanfyri, má standa til svars, sigur talsmaðurin fyri Guterres.

Yvir 6.000 ukrainar vóru í gjár vóru fluttir burtur umvegis humaniterar farleiðir, sigur ukranski varaforsætisráðharrin, Iryna Veresjtsjuk, og í dag heldur flutningurin fram úr Mariupol og øðrum kringsettum býum í Zaporizjzja og Lukansk-økinum.

Talan er um sonevnda Donbas landslutin, sum er kent landaøki hjá bæði ukrainskum og russiskum hernaðardeildum, har russar í løtuni byggja upp stóru herdeildina. Roknað verður tí við, at talan fer at vera um sera harðar og blóðugar bardagar, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138