RSP og SWAY í Sement finaluna

RSP og SWAY í Sement finaluna
Fyrsta umfar í Sement endaði við, at sangbólkurin SWAY og hipp hoppararnir úr RSP komu víðari í finaluna
Oddamaðurin í RSP, Heini Ronnason. RSP kom í kvøld í Sement-finaluna
 
10.04.2022 - 00:02

Sement tónleikakappingin byrjaði við einum sera sterkum umfari, sum endaði við, at bólkarnir SWAY og RSP komu víðari. 

Sway

Frítekst tagging: 

Talan var um teir báðar bólkarnar, sum lógu longst frá hvørjum øðrum tónlistarliga. SWAY, ið framførir siðbundnan barbershop-tónleik uttan ljóðføri, og so undirgrunds hiphop/rappararnir úr RSP. 

RSP, Sement

Frítekst tagging: 

Kvøldið borðreiddi eisini við sannførandi framførslum frá Piparstertum, TeleMama og Eimyrja.

 

BIIT stroymdi beinleiðis á kvf.fo

Ungdómspallurin hjá Kringvarpinum, BIIT, stroymdi beinleiðis frá fyrsta Sement-umfarinum her á kvf.fo, og tað er ætlanin at gera alla kappingina. 

Sement 2022, Biit

Frítekst tagging: 

Og vert er at fylgja við, tí støðið á Sement tykist sera høgt í ár, og tí verður hørð kapping um tey fimm finaluplássini, ið eru eftir at kappast um. 

Tveir bólkar koma víðari frá hvørjum av teimum trimum umførunum, men so hava dómararnir eisini eitt wild card at geva til ein bólk ella einstakling. 

>>SÍ FYRSTA UMFAR AV SEMENT

>>SÍ LUTTAKARARNIR TIL 2. UMFAR

>>SÍ LUTTAKARARNIR TIL 3. UMFAR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086