Vágur og Vestmanna nýggjar borgarstjórar

bannari
Vágur og Vestmanna nýggjar borgarstjórar
Dennis Holm verður borgarstjóri í Vági, og Pauli T. Petersen verður borgarstjóri í Vestmanna
Dennis Holm verður nýggjur borgarstjóri í Vági
 
15.11.2012 - 08:30
Vágbingar og vestmenningar fáa nýggjar borgarstjórar eftir kommunuvalið týsdagin. 
 
Dennis Holm verður borgarstjóri í Vági. Hann fekk flestar atkvøður á býráðsvalinum í Vági. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava gjørt semju um samstarv næstu fýra árini. Eydis Kjærbo verður varaborgarstjóri. 
 
Hini, sum manna Vágs býráð, eru Sirið Stenberg, Danjal Bjarkhamar og Anna Brattaberg Samuelsen úr Tjóðveldi, og Poul W. Augustinussen og Tórður J. Poulsen úr Javnaðarflokkinum. Semja er um, at flokkarnir fáa tveir nevndarformenn í part, boðar nýggi borgarstjórin frá í tíðindaskrivi.
 
Pauli borgarstjóri í Vestmanna
 
Nývalda bygdarráðið í Vestmanna kom saman til fundar í gjárkvøldið, og samtykti einmælt at velja Paula T. Petersen til borgarstjóra. Hann fekk flestar persónligar atkvøður á kommunuvalinum.
 
Varaborgarstjóri verður Karl A. Olsen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu árini. Í nývalda bygdarráðnum í Vestmanna eru tríggjar kvinnur og fýra menn. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025