- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasti sum prátaði við Pidda
Seinasti sum prátaði við Pidda
Í dag skal persónurin sum er tann seinasti man veit um tosaði við Dánjal Petur Hansen, Pidda, vitna í rættarmálinum.
15.11.2012 - 06:18
Ígjár royndi verjin hjá ákærda manninum at fáa tey 11 fólkini sum vitnaðu at royna at sannføra nevningarnar um, at uppáhaldið hjá ákæruvaldinum er skeivt. Piddi hvørki doyði ella hvarv tíðliga fríggjamorgunin 4.november 2011.
Í morgun verður maðurin, sum Piddi ringdi til fríggjanáttina 4.november millum klokkan trý og hálvgum fýra avhoyrdur.
Hann er tann seinasti, sambært framløguni hjá ákæruvaldinum, sum hevur havt samband við Pidda umframt mannin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Pidda.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV