Viðførishøllin hjá Vága Floghavn skal nú dagførast

25.04.2022 - 13:27
InnlendisSamfelag
Viðførishøllin hjá Vága Floghavn skal nú dagførast
Vága Floghavn hevur eisini aðrar útbyggingar í umbúna. Millum annað skal eitt standipláss til flogfør gerast og nýggja tangastøð til brennievnisgoymslu

 2014 stóðu nýggja farstøðin og tænastubygningurin hjá Vága Floghavn liðug. Men nú er neyðugt at útbyggja ein part av farstøðini. Talan er um viðførisrúmið, har umstøðurnar hjá ferðafólki at taka ímóti sínum viðføri ikki eru nøktandi, sigur Regin I Jacobsen

- Ætlanin er, at útbyggingin av viðførismóttøkurúminum skal vera liðug til summarferðsluna komandi ár.

Vága Floghavn hevur eisini aðrar útbyggingar í umbúna. Millum annað skal eitt standipláss til flogfør gerast afturat.

Harumframt er ein nýggj tangastøð til goymslu av brennievni til flogfør í gerð. 

Regin I. Jakobsen sigur, at tøka nøgdin av brennievni hevur verið ov lítil, og flogfør keypa sítt brennievni aðrastaðni, tí tað hevur verið tvífalt so dýrt at keypa í Føroyum. Við at fáa størri nøgdir kann prísurin í Føroyum fáast niður á eitt sambæriligt støði við grannalondini.

Við nýggju tangastøðini verður kapasiteturin millum tríggjar og fýra ferðir so stórur, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719