- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bæði samgonga og andstøða vilja hava fólkaheilsustýri

Fólkaheilsustýrið, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, ætlar at stovna, hevur undirtøku bæði í samgongu og andstøðu.
Øll í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum mæla til at samtykkja lógaruppskotið.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin siga tó, at nógv viðurskifti mugu fáa fáast í lag, skal Fólkaheilsustýrið virka til fulnar.
Talan er um fígging, tíðarætlan og fakligar førleikar.
Tryggja fakliga støðið
Alneyðugt er, at Fólkaheilsustýrið fær pengar, so til ber at tryggja fakliga støðið.
Um ikki, er vandi fyri, at hetta bara verður ein bygnaðarbroyting, og ikki eitt fakliga sterkt og vælvirkandi stýri, sigur Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin.
Ætlanin er, at Fólkaheilsustýrið byrjar at virka 1.januar næsta ár.


























