Fimm ára fongsul fyri mutur

Fimm ára fongsul fyri mutur
Aung San Suu Kyi kann verða dømd fleiri enn 100 ára fongsul, verður hon dømd sek í øllum ákærum, sum hernaðarjuntan hevur reist ímóti henni
Aung San Suu Kyi hevur fingið fimm ára fongsulsrevsing fyri mutur, men revsingin kann verða munandi harðari, verður hon funnin sek í øllum ákærum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.04.2022 - 09:17

Frákoyrdi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, er dømd fimm ára fongsulsrevsing fyri mutur.

Tað siga rættarkeldur í morgun. 

Hon kann verða dømd meira enn 100 ára fongsul, verður hon dømd sek í øllum ákærunum, sum hernaðarjuntan hevur reist móti henni, eftir at hon tók valdið í landinum.

Suu Kyi er frammanundan dømd seks ára fongsul. Ákæran móti henni var í januar víðkað við einum punkti um, at hon á ólógligan hátt royndi at ávirka valnevndina í sambandi við valið í juli 2020.

Flokkurin hjá Suu Kyi, National-ligan fyri frælsi, NLD, vann valið, men hernaðarjuntan sigur, at umfatandi valsvik var framt á valinum. 

Fleiri limir í valnevndini eru handtiknir og ákærdir fyri at hava lagt til rættis sigurin hjá NLD.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459