Ongan blokk, yvirtøkur, loysing og grundlóg

Ongan blokk, yvirtøkur, loysing og grundlóg
Tjóðveldi stór krøv til næstu samgongusamráðingar
Á góðari leið, sigur Tjóðveldi á hesum tíðindafundinum.
 
30.04.2022 - 14:26

Tjóðveldi fer ikki í samgongusamstarv við flokkar, sum ikki vilja skerja ríkisveitingina úr Danmark.

Hetta endurtók Høgni Hoydal á flokstinginum, sum er í Fuglafirði.

Hann segði, at Tjóðveldi ætlar at fáa framda ta skipaðu loysingina, sum ger Føroyar leysar av blokkinum.

Flokkurin vil taka tey seinastu málini á føroyskar hendur og samtykkja føroyska grundlóg. 

Og Høgni Hoydal segði, at Tjóðveldi fer ikki í landsstýrið, um flokkurin ikki fær semju um verulig stig til at gera okkum leys av blokkinum og fáa týðandi mál á føroyskar hendur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585