Vil útihýsa russisk skip úr føroyskum havnum

01.05.2022 - 15:11
InnlendisPolitikkur
Vil útihýsa russisk skip úr føroyskum havnum
Tað hevði verið rættast og ruddiligast fyribils at útihýst russisk skip úr føroyskum havnum, heldur sambandslimurin í uttanlandsnevndini.

Longu klokkan tíggju minuttir í átta í morgin fer Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum at viðgera lógaruppskotið um at fáa heimild at seta í verk revsitiltøk, sum eru lík teimum, sum ES-londini og onnur lond hava sett í verk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk.

Ein av teimum, sum verður við á fundinum, er Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum.

Har fer hann greitt at mæla til, at russisk skip verða útihýst úr føroyskum havnum.

- Tað hevði verið bæði rættast og ruddiligast, sigur hann.

Føgur orð er ikki nógmikið

Ein av teimum, sum vil hava Føroyar at taka ítøkilig stig skjótast tilber, er bretski konservativi tingmaðurin David Duguid.

Mikudagin var hann á fundi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, um viðurskiftini millum Føroyar og Russland.

Undan fundinum segði hann tað vera moralskt skeivt av føroyingum at samstarva við russar, og at loyva russum at fiska í serøkinum, sum Bretland og Føroyar umsita í felag.

Sjálvur segði Bárður á Steig Nielsen í Breddanum hósmorgunin, at teir fingu tosa seg til rættis.

David Duguid sigur við miðilin GrampianOnline, at Føroyar eiga at taka nøkur stig skjótast tilber fyri at køva krígsmaskinuna hjá Vladimir Putin.

- Løgmaður fordømir tað, sum fer fram í Russlandi og vissaði um, at Føroyar kanna møguleikan fyri at seta somu revsitiltøk í verk sum Bretland, sigur hann, sambært miðilinum.

- Undir samrøðuni viðgekk løgmaður eisini, at tað verður trupult fyri Føroyar at halda fram við handilssamstarvinum við Russland.

- Eg segði honum, at føgur orð eru ikki nóg mikið. Vit vilja, at Føroyar taka ítøkilig stig, sigur David Duguid við GrampianOnline.

Hann heldur, at tað er neyðugt, at Føroyar taka ábyrgd, um Føroyar og Bretland skulu styrkja sínámillum handilssamstarv og fiskivinnusamstarv.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532