Uttanlandsnevndin viðger revsitiltøk í dag

Uttanlandsnevndin viðger revsitiltøk í dag
Nevndin hevur nógvar innkallingar, men ógreitt er, um nakrar broytingar verða gjørdar í uppskotinum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni
Bill Justinussen er formaður í Uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2022 - 11:27

Uttanlandsnevndin viðger í dag lógaruppskotið um at fáa heimild at seta í verk revsitiltøk móti Russlandi.

Uttanlandsnevndin hevur gjørt nógvar innkallingar, og fundurin byrjaði longu kl 7.50 í morgun.

Millum teirra, sum hava fingið fundarboð, eru Felagið Peningarstovnar, Reiðarafelagið, og Arbeiðsgevarafelagið.

Landsstýrismenninir í fíggjarmálum, fiskivinnumálum og uttanríkismálum eru eisini innkallaðir.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur í stuttari viðmerking, at hann veit ikki í løtuni, um nevndin fer at gera broytingar í uppskotinum.

Hann sigur tó, at tað er avgerandi at fáa heimildina nú, fyri at kunna halda lyftið um at seta í verk revsitiltøk, sum eru lík teimum hjá ES móti Russlandi, Hvítarusslandi og ukrainsku økjunum, Donetsk og Luhansk, sum ukrainska stjórnin ikki hevur valdið á.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður, er farin at ótolnast eftir álitinum frá Bill Justinussen og hinum í Uttanlandsnevndini um revsitiltøk móti Russland. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423