Landsliðini í flogbólti tikin út

Landsliðini í flogbólti tikin út
Føroysku flogbóltslandsliðini hjá bæði kvinnum og monnum, sum í næstum skulu kappast í sonevndum CEV-SCA finaluumførum í Føroyum og í Íslandi, eru tikin út
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum skal spæla á heimavølli
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
08.05.2022 - 18:44

Næsta vikuskiftið skulu flogbóltslandsliðini hjá bæði kvinnum og monnum spæla í CEV-SCA finaluumførum, og nú eru liðini tikin út.

Jens Bang, venjari hjá landsliðnum við monnum, og hjálparvenjararnir, Boban Ilic og Christian Imhoff, hava valt hesar spælararnar til sína kapping, sum verður í Føroyum.

Føroyski hópurin:
Stefan Rosenlund, Mjølnir
Bjarni Joensen, SÍ
Filip Ilic, ÍF
Matias Nolsøe Isaksen, Fleyr
Thorvald Danielsen, Mjølnir
Áslakur Holm, ÍF
Tróndur Høgnason Hansen, Amager Volley Elite
Dávid Hentze, Fleyr
Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir
Teitur Eliasen, ÍF
Páll Heðin í Grund, Mjølnir
Silas Poulsen, SÍ
Símun H. Poulsen, Mjølnir
Niels Niclasen, Fleyr

Manslandsliðið skal spæla ímóti Íslandi, Skotlandi og San Marino.

Kvinnurnar skulu til Íslands

Føroyska flogbóltslandsliðið skal til Íslands at spæla næsta vikuskiftið. 

Lars Engell, venjari, og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen hava tikið hesar spælararnar út til CEV-SCA kappingina.

Føroyski hópurin:
Janna Falkvard, SÍ
Tóta Búadóttir, SÍ
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Maria Sarita Lorenzen, SÍ
Milja Silvansdóttir, KÍF
Emma Michala Sannino, Fleyr
Hilda Bolstad Mortensen, Aalborg Volley
Johanna Christiansdóttir, TB
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Nicola Toftegaard, ÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Bjørk Nolsøe Isaksen, ASV Aarhus
Jakobina Joensen, KÍF
Kristina Knudsen, Fleyr

Kvinnuliðið skal leika móti Íslandi, Skotlandi og Írlandi.


Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla Íslandi

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797