Var tað Piddi, ella var tað ikki hann?

Var tað Piddi, ella var tað ikki hann?
Í Føroya Rætti skulu í dag fleiri vitnir avhoyrast sum skulu hava sæð Pidda aftaná at hann sambært løgregluni var dripin.
Í dag skulu fleiri vitnir í Føroya Rætt at siga hvat tað var tey sóu dagarnar aftaná at Piddi skal vera dripin.
 
14.11.2012 - 09:07
Í dag verða fólk, sum siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen, Pidda, eftir at hann sambært politinum var dripin, avhoyrd í nevningatinginum í Føroya rætti. 
 
Hóast politiið og ákæruvaldið halda fast uppá, at Piddi varð fyribeindur tíðliga fríggjamorgunin 4.november í fjør, siga fólk seg hava sæð Pidda 4., leygardagin 5. ella sunnudagin 6.november.
 
Hesi fólk hevur verjin biðið um at koma at greiða nevningunum frá tí, tey hava sæð.
 
Løgið at nummarspjøldrini vóru burturi
Í gjár søgdu tveir menn, sum vóru vitni hjá ákæranum, seg hava sæð Pidda eftir fríggjanáttina 4.november. Men maðurin, sum teir sóu á Gerðisvegi í Saltangará, var ikki Piddi kortini.
 
Eitt vitni, sum varð avhoyrt í gjár, vendi sær til politiið, tá hann sá og hoyrdi í fjølmiðlunum um gráa Skoda Fabia bilin, sum politiið vildi frætta um.
 
Hann segði, at hann sá ákærda mannin vaska Skodabilin. Og hann hevði tikið nummarpláturnar av bilinum. Tað helt vitnið vera løgið. Politiið fann blóð á baksíðuni á aðrari nummarplátuni, tá bilurin varð kannaður.
 
Hevur sagt meir í rættinum
Nøkur vitni, sum ákærin hevur boðsent, hava nú fingið avboð, tí ákærin heldur seg ikki hava brúk hava fyri teimum kortini.
 
Ákærdi maðurin hevur sagt meira í nevningatinginum, enn ákæruvaldið væntaði, og annað er eisini komið fram hesar dagarnar, nevningatingið hevur verið. Tí er ikki longur brúk fyri øllum 64 vitnunum, sum upprunaliga vórðu boðsend.
 
  
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477