Bakkafrost 405 mió. kr. í avlopi eftir skatt

Bakkafrost 405 mió. kr. í avlopi eftir skatt
17.500 tons av laksi vóru tikin í Føroyum og 4.000 tons í Skotlandi
Laksaprísurin í fyrsta ársfjórðingi í ár var 47 prosent hægri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.  
 
10.05.2022 - 08:14

Úrslitið eftir skatt hjá Bakkafrost samtakinum í fyrsta ársfjórðing var 405 milliónir krónur.

Tað var 408 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi í fjør.

17.500 tons av laksi vóru tikin í Føroyum og 4.000 tons í Skotlandi.

Lúsatølini vóru lág, og fellið var lítið í fyrsta ársfjórðingi, sigur Regin Jacobsen, stjóri. 

Størri og fleiri smoltstøðir

Hann sigur, at fyri at røkka teimum 100.000 tonsunum av laksi, sum ætlanin er at taka í Føroyum í 2026, er brúk fyri størri og fleiri smoltstøðum á landi. Í løtuni vera smoltstøðirnar í Glyvradali og á Norðtoftum útbygdar. Hetta arbeiðið gongur sum ætlað.

Laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur higartil í ár og hóast hann fellur nakað, vænta vit lutfalsliga høgar prísir, tað sum eftir er av árinum, tí eingin vøkstur er í útboðnum, sigur Regin Jacobsen.

Prísurin í fyrsta ársfjórðingi í ár var 47 prosent hægri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.
 
Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var tvær milliardir 192 milliónir 31.mars í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928