Finnland fer nú at biðja um NATO-limaskap

Finnland fer nú at biðja um NATO-limaskap
Mánadagin fer Svøríki eisini at taka endaligu støðu til umsóknina um limaskap
Sanna Marin, forsætisráðharri, og Sauli Niinistø, forseti í Finnlandi, fara nú at biðja NATO um limaskap.
Mynd: RitzauScanpix  
 
12.05.2022 - 08:52

Bæði finska kringvarpið, YLE, og blaðið, Helsingin Sanomat, skriva, at finski forsetin, Sauli Niinistø og Sanna Marin, forsætisráðharri, taka undir við at Finnland biður um limaskap í NATO.

- Limaskapur í NATO fer at styrkja trygdina í Finnlandi. Sum limur í NATO, verður Finnland við til at styrkja verjusamgonguna.

Finnland eigur at søkja um limaskap í NATO sum skjótast, stendur í eni fráboðan frá finsku stjórnini, skrivar Helsingin Sanomat.

- Vit vóna, at tjóðskaparligu stigini, sum mugu takast fyri at røkka loysnini, verða tikin næstu dagarnar, stendur eisini í boðunum frá politisku skipanini.

 

Magdalena Andersson, forsætisráðharri í Svøríki. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Biðja um limaskap í senn

Samstundis skrivar svenska blaðið, Expressen, at svenska stjórnin fer á fund mánadagin, og har er ætlanin at taka endaliga støðu til umsóknina um limaskap í NATO.

Eftir fundin verður umsóknin send NATO, um einki óvæntað hendir, skrivar blaðið.

Roknað hevur verið við, at Finnland og Svøríki fara at søkja um limaskap í NATO samstundis.

NATO hevur sagt seg vilja ganga londunum á møti sum skljótast, og um neyðugt verður ein fyribilsavtala gjørd, meðan NATO umrøður umsóknina frá teimum báðum norðurlondunum.

 

Til Svøríkis á vitjan

Týsdagin fer finski forsetin, Sauli Niinistø, á vitjan í Svøríki í tveir dagar.

Hann skal m.a. hitta svenska forsætisráðharran, Magdalenu Andersson.

Fyrr hevur verið nevnt, at tey í felag fóru at kunngera, at londini fara at søkja um limaskap í NATO, men tað hendir eftir øllum at døma í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098