Bakkafrost byggir út í Skotlandi

Bakkafrost byggir út í Skotlandi
Bakkafrost ætlar eisini at vaksa um alingina í Skotlandi, og tað skal gerast á sama hátt sum í Føroyum, at ala smoltið størri á landi, so tíðin í sjónum verður munandi stytt
 
15.05.2022 - 17:11

Arbeiðið at náa tí málinum er longu byrjað, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Bakkafrosti, sum fegnast um at prísurin á laksi er methøgur:

regin_jacobsen

Regin Jacobsen sigur, at ætlanin er at ala 100.000 tons av laksi í Føroyum í 2026.

Fyri at røkka tí malinum, er brúk fyri størri og fleiri smoltstøðum á landi. 

Í løtuni vera smoltstøðirnar í Glyvradali og á Norðtoftum útbygdar. 

Úrslitið eftir skatt hjá Bakkafrost samtakinum í fyrsta ársfjórðingi var 405 milliónir krónur.

17.500 tons av laksi vóru tikin í Føroyum og 4.000 tons í Skotlandi.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576