Sáttmálin longdur til á midnátt fríggjakvøldið

Sáttmálin longdur til á midnátt fríggjakvøldið
Hóast ongar beinleiðis samráðingar eru, tosa Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið saman mestsum hvønn dag
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
 
18.05.2022 - 10:47

Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava longt sáttmálan til á midnátt fríggjakvøldið.

Hóast ongar beinleiðis samráðingar eru millum partarnar í løtuni, so tosa Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið saman mestsum hvønn dag, og ætlanin er at fáa ein nýggjan sáttmála, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.

Um tað fer at eydnast, sigur hann seg ikki vita í løtuni.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistafelagið og Reiðarafelagið hava longt sáttmálan til 1. apríl næsta ár.

Tað var semingsstovnurin sum mælti pørtunum til at gera tað, og tað samdust feløgini um.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860