Nevndarformaður: Lønarhækkingin hjá Posta-stjóranum er bonus

27.05.2022 - 17:10
InnlendisPengar
Nevndarformaður: Lønarhækkingin hjá Posta-stjóranum er bonus
Tað er orsakað av eini bonusskipan, at Posta-stjórin fekk eina lønarhækkan upp á 184.000 krónur, sigur Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður í Posta
Tað var ein bonusskipan, ið gjørdi, at Posta-stjórin fekk eina trivaliga lønarhækking í fjør, sigur nevndarformaðurin
Mynd: savnsmynd  

Roknskapurin hjá Posta vísti, at lønin hjá stjóranum fór upp við 184.000 krónum í fjør. Samlaða lønin hjá honum í fjør var 1 millión og 661.000 krónur.

Stjórin í Posta er tó ikki tann stjórin í almennum partafeløgum, sum fær hægstu lønini.

Stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, fekk væl hægri løn. Í fjør fekk hann tilsamans 2.276.000 krónur í løn.

 

Óbroytt síðani 2015

Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele, sigur í telduposti til Kringvarpið, at fasta lønin hjá stjóranum hevur verið óbroytt, síðani hann tók við í 2015.

Umframt fasta løn fær stjórin í Føroya Tele eisini løn í mun til avrik.

Samtakið hevði eitt sera gott ár í fjør við stórari framgongd, og við støði í hesum var lønin til stjóran tilsamans 2.276.000 krónur. Hetta var 107.000 krónur meira enn í 2020.

 

Ymiskar almennar stjóralønir

Stjóralønirnar í almennum partafeløgum eru rættiliga ymiskar.

Tað eru fleiri aðrir stjórar í almennum partafeløgum, ið fáa eina løn, sum er omanfyri eina millión ella beint niðanfyri. Upphæddirnar eru tó ymiskar.

Í fjør fingu hesir stjórar:

  • Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways: 1.348.000 krónur*
  • Marius Davidsen, fíggjarstjóri í Atlantic Airways: 1.146.000 krónur
  • Regin Ingolfsson Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn: 974.000 krónur
  • Guðrið Højgaard, stjórin í Visit Faroe Islands: 867.000 krónur

(* Hetta var lønin hjá Jóhonnu á Bergi fyrraárið, also í 2020. Roknskapurin hjá Atlantic Airways fyri 2021 er ikki almennur enn.)

Tað eru eisini fleiri partafeløg, ið landið eigur part í, sum ikki eru nevnd her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763