Barnaróðurin í dag er avlýstur

Barnaróðurin í dag er avlýstur
Veðurlíkindini eru ov vánalig
Eingin barnaróður verður á Norðoyastevnu í ár
Mynd: Wikimedia Commons  
 
28.05.2022 - 10:32

Dómaratoymið og umboð fyri Róðrarsambandið og Klaksvíkar Róðrarfelag hava í morgun mett, at líkindini at fáa barnaróðurin á Norðoyastevnu í dag avgreiddan, eru ov vánalig.

Grundgevingin er, at tað verður ov trupult ella ógjørligt at leggja bátar til start, og hetta ávirkar tí eisini ítróttaupplivingina.

Veðrið broytist ikki nóg mikið komandi dagarnar, og tí er avgerð tikin um, at barnaróðurin á Norðoyastevnu er avlýstur, boðar Róðrarsambandið frá í tíðindaskrivi.

Hetta merkir samstundis, at starttíðirnar hjá teimum vaksnu manningunum verða broyttar, og at FM-róðurin hjá teimum vaksnu byrjar klokkan 15, tá 5-mannafør við gentum 14-16 leggja til brots.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086