Sí myndirnar: Ríkisfundur og avtala um radara

Fyrrapartin fóru Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mute B. Egede, formaður í grønlendska landsstýrinum á ríkisfund. Fundurin, sum er óformligur, var hildin á Hoyvíksgarði.

Samstundis skrivaðu Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Morten Bødskov, verjumálaráðharri, undir nógv umstríddu avtaluna um radaran í Tinganesi.

Tá avtalan var undirskrivað, var skipað fyri tíðindafundi.

Úr Tinganesi gekk leiðin í Mullers pakkhús.

Seinnapartin hevur samstarvsráðið millum danskar, føroyskar og grønlendskar myndugleikar eisini havt fund í Havn. 

Klokkan 16.30 verður tíðindafundur í Tinganesi um úrslitið av ríkisfundinum, og hvat kom burtur úr fyrsta fundinum hjá samstarvsráðnum.

 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera