Forkvinnan í kringvarpsstýrinum sagt seg frá

Um KVF›Tíðindi
Forkvinnan í kringvarpsstýrinum sagt seg frá
Elin Winther Poulsen gevst sum forkvinna í stýrinum fyri KVF. Tann 1. september tekur hon við starvi sum journalistur á tíðindadeildini í Kringvarpinum
 
10-06-2022

Stýrisfundurin tann 9. juni bleiv tann síðsti við Elini Winther Poulsen sum forkvinnu í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. “Eg takki fyri álitið og havi verið glað um ta stóru og áhugaverdu avbjóðing, tað er at standa á odda fyri einum so týdningarmiklum stovni hesi árini”, sigur hon í eini viðmerking. 

Tó harmast hon um, at tað ikki hevur eydnast at koma á mál á tveimum týdningarmiklum økjum: ”Enn er ongin nýggjur public service-sáttmáli undirskrivaður við Mentamálaráðið. Harafturat hevur tað ikki eydnast okkum at framtíðartryggja Kringvarpið við prístalsjavning av kringvarpsgjaldinum. Í roynd og veru merkir tað, at Kringvarpið verður niðurlagað, so hvørt lønir og prísir hækka. Nógv er tó, sum bendir á, at hesi bæði stórmál verða avgreidd í heyst”, sigur hon.

Aftur til journalistikkin

Elin hevur drúgvar royndir í journalistikki. Hon var í starvi í Kringvarpinum frá 2002 til 2012 og var eisini eitt skifti á Rás 2 hetta tíðarskeiðið. Seinastu árini hevur hon starvast í Almannamálaráðnum. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og hevur lisið journalistikk á UCLA í Los Angeles. 

Kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, handaði fráfarandi stýrisforkvinnuni eitt blómutyssi og takkaði henni fyri gott samstarv hesi árini. Samstundis kundi hann bjóða henni vælkomnari í nýggja starvið. 

Elin Winther Poulsen hevur verið forkvinna í kringvarpsstýrinum síðani 1. januar 2019. Í stýrinum sita annars Katrin Petersen, sum er næstforkvinna, Gunvá við Keldu, Theodor Eli Dam Olsen, Jóhan Petersen, Ragnar Joensen og Carsten M. Arnskov, sum er starvsfólkaumboð. Elin Winther Poulsen og Ragnar Joensen vórðu tilnevnd av undanfarnu landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam. Hinir limirnir eru tilnevndir av stóru flokkunum í Løgtinginum.

Myndir: Bjarni Á. Rubeksen

 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Um kvf css