Vilja løna Luksemburg aftur fyri tapið á Tórsvølli

Vilja løna Luksemburg aftur fyri tapið á Tórsvølli
Føroysku spælararnir vilja løna Luksemburg aftur fyri tapið á Tórsvølli fyri lítlari viku síðani, tá millum annað tvey reyð kort spentu bein fyri Føroyum
13.06.2022 - 21:50

Tvey reyð kort, eitt brotsspark ímóti og eitt súrt eittmálstap.

Tað vóru lyklatølini, tá føroyska fótbóltslandsliðið við monnum tapti fyri Luksemburg á Tórvølli síðsta týskvøld. 

Í kvøld bresta liðini saman aftur á Stade de Luxembourg í lítla býstatinum, og okkurt bendir á, at føroyingarnir ikki hava gloymt dystin í Føroyum.

 - Vit søgdu beint eftir dystin ímóti Luksemburg seinast, at 'tað góða er, at vit hava teir aftur um nakrar dagar'. Tað merkir ikki neyðturrviliga, at vit vinna, men tað merkir, at vit fáa ein kjans afturat, sigur málverjin, Gunnar Nielsen.

 - Tá tú hevur tapt ímóti einum liðið, ynskir tú altíð at løna teimum aftur. Vit gleða okkum at spæla 11 ímóti 11 og vita, hvussu nógv vit kunnu arga teir hesaferð, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.

Dysturin ímóti Luksemburg verður í kvøld klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin og byrjað verður eftir Dag og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482