Flogskiparar hjá SAS ávara nú aftur um verkfall

Flogskiparar hjá SAS ávara nú aftur um verkfall
Dagurin fyri verkfallið er fluttur fimm dagar, til 29. juni
SAS-flogfar í Vágum. Tað er framvegis ógreitt, um flúgvingin til Føroya verður ávirkað, um flogskipararnir hjá SAS fara í verkfall.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.06.2022 - 14:34

Flogskiparar hjá SAS ávara nú aftur um, at teir ætla sær í verkfall.

Tað hendir eftir at flogskipararnir í seinastu viku søgdu, at teir ætla sær í verkfall 24. juni.

Í hesum døgum samráðast SAS og flogskipararnir um nýggjan sáttmála fyri tann, ið fór úr gildi 1. apríl.

Í dag er komið fram, at teir umleið 1.000 flogskipararnir hjá felagnum ætla sær í verkfall 29. juni, sum er um 14 dagar.

Sostatt er dagurin fyri verkfallið fluttur fimm dagar.

 

Nógvar flogferðir verða ávirkaðar

Mett verður, at umleið tveir triðingar av flogferðunum hjá SAS verða ávirkaðar, fara flogskipararnir í verkfall.

Tað fer at darva og ávirka summarfrítíðina hjá nógvum fólkum í Skandinavia, um verkfall verður.

Í løtuni er tó ikki greitt, um fráboðaða verkfallið eisini fer at ávirka føroyaflúgvingina hjá SAS.

Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa fatur á talsfólkum hjá felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Gudtænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107