Nú verður dýrari at asfaltera

Nú verður dýrari at asfaltera
Skervurin er dýrkaður, og oljuprísurin er eisini farin upp
Prísurin á asfalti hækkar í hesum mánaðinum og aftur 10-15 prosent í august.
 
15.06.2022 - 14:51

Nú verður dýrari hjá tær, um tú skalt asfaltera túnið ella uttan um húsini.

Landsverk boðar frá, at prísurin á asfalti í Føroyum er dýrkaður.

Prísurin á asfalti hækkar væntandi fimm prosent í hesum mánaðinum og 10 - 15 prosent aftrat í august.

Orsøkin, til at asfaltið nú dýrkar, er, at skervurin er vorðin dýrari at keypa, og at prísurin á olju er farin upp.

Í vár lá asfaltframleiðslan hjá Landsverki still eitt skifti, tí trupult var at fáa fatur á sandi og skervi til framleiðsluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094