Jóannes Eidesgaard spældi týðandi leiklut

19.06.2022 - 16:00
Útheimurin
Jóannes Eidesgaard spældi týðandi leiklut
Uffe Elleman-Jensen, sum andaðist í gjár 80 ára gamal, gjørdist ongantíð forsætisráðharri. Jóannes Eidesgaard spældi ein týðandi leiklut. Hoyr nærri her.
Tilvildarlig savnsmynd

Ein av týdningarmestu politikarunum í danskari søgu, Uffe Ellemann-Jensen, er deyður eftir langa sjúkralegu, 80 ára gamal.

Uffe Ellemann-Jensen var formaður í Vinstra-flokkinum í fjúrtan ár, og man vera best kendur sum danskur uttanríkisráðhari frá 1982 til 1993 í stjórnini hjá Poul Schluter.

Eftir at hann fór úr politikki í 2001, var hann íðin politiskur viðmerkjari líka til tað síðsta og tók millum annað lut í kjakinum um donsku verjufyrivarnini, sum vóru til fólkaatkvøðu herfyri.

Hann gjørdist ongantíð forsætisráðharri, hóast tað var líka við í 1998, tá hann tapti móti Poul Nyrup Rasmussen og donsku sosialdemokratunum. Tað var millum annað valið í Føroyum sum gjørdi, at hann ikki vann ta ferðina. Stutt eftir fór hann frá sum formaður og Anders Fogh Rasmussen tók við leiðsluni í Vinstra-flokkinum.

 

Minningarorð
Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, og fyrrverandi løgmaður, skrivar eisini ídag minningarorð um Uffe Ellemann Jensen. Hann samanber hann við mætar statsmenn sum Helmuth Kohl og Michael Gorbatjov. Sum løgmaður í kreppuárunum í 90-unum, hevði Edmund Joensen ynskt sær Uffe Ellemann Jensen sum forsætisráðharra.
Edmund Joensen skrivar millum annað.

- Eg tori væl at siga, at orrustan millum Danmark og Føroyar í krepputíðini hevði sæð øðrvísi og betri út, um Uffe hevði sitið við róðrið í Danmark. Bæði tí hann var Føroyavinur, men eisini tí hann hevði neyðugu fatanina av tí sárbæru, trilvandi, politisku støðuni hjá lítla samfelagnum Føroyum, týdninginum av áliti millum londini og týdninginum av samlaðu strategisku støðu ríkisins, skrivar Edmund Joensen millum annað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775