Fá børn koppsett fyri koronu - foreldur ivaðust

24.06.2022 - 13:30
Innlendis›Heilsa
Fá børn koppsett fyri koronu - foreldur ivaðust
Bara 87 børn, í aldrinum 5-12 ár, fingu fyrra prikið, og 26 eru koppsett tvær ferðir
Fá tóku av tilboðnum um at koppseta børn fyri koronu.

Sera fá føroysk foreldur tóku av tilboðnum um at koppseta børn síni fyri koronu, tá tey fingu møguleika til tess í fjør summar.

Tað upplýsir Sjúkrahúsverkið.

Hagtøl hjá Sjúkrahúsverkinum vísa, at bara 87 børn, í aldrinum 5-12 ár, hava fingið fyrra prikið, og 26 eru koppsett tvær ferðir.

Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, heldur, at orsøkin til lítlu undirtøkuna er ein "sunn skepsis" hjá foreldrunum, sum hann tekur til.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 

Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952