Steinbjørn Hardlei gevst sum rektari á Glasi

Steinbjørn Hardlei gevst sum rektari á Glasi
Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, hevur í morgun boðað frá, at hann hevur sagt seg úr starvi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.06.2022 - 09:00

Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, hevur sagt seg úr starvi. Tað hevur hann boðað næmingum og starvsfólkum á Glasi frá í morgun.

Steinbjørn Hardlei tók við sum rektari á Glasi í 2019 eftir Boga Bech Jensen, og hevur sitið í starvinum í knapt trý ár.

Í august tekur hann við sum stjóri á privatkundadeildini hjá BankNordik.

Una Joensen tekur við sum virkandi rektari frá 1. juli í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655