Møguligt SAS-verkfall rakar føroysku flogferðsluna

Møguligt SAS-verkfall rakar føroysku flogferðsluna
Á midnátt fara 1.000 flogskiparar hjá SAS í verkfall, um semja ikki verður funnin áðrenn. Hetta merkir, at øll flogferðslan hjá SAS - eisini til og úr Føroyum - verður darvað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.06.2022 - 14:16

Tað fer eisini at raka flúgvingina til og úr Føroyum, gera flogskiparar hjá SAS álvara av at fara í verkfall.

Á midnátt fara 1.000 flogskiparar hjá skandinaviska flogfelagnum í verkfall, um tað ikki eydnast at fáa í lag ein nýggjan sáttmála áðrenn.

- Tað fer eisini at raka Føroyaflúgvingina, tí øll flúgving hjá okkum verður darvað, sigur Alexandra Lindgren Kaoujk, kunningarleiðari, við útvarpið.

Umleið annarhvør flogskipari hjá skandinaviska flogfelagnum fer ikki til arbeiðis, um verkfall verður - heldur ikki teir, ið flúgva til og úr Føroyum.

- Tí slepst ikki undan, at Føroyaflúgvingin hjá okkum eisini verður ávirkað, sigur kunningarleiðarin hjá SAS, við útvarpið.

Júst, hvussu og nær verkfallið fer at ávirka flúgvingina hjá skandinaviska flogfelagnum higar, veit hon ikki at siga í løtuni.

Í fleiri vikur hava SAS og flogskipararnir samráðst um nýggjan sáttmála fyri tann, ið fór úr gildi 1. apríl.

Teir umleið 1.000 flogskipararnir hjá SAS, ið ætlandi fara í verkfall, eru í starvi í Danmark, Norra og Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980