Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni

03.07.2022 - 16:30
Innlendis
Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni
Fyrsti sunnudagur í juli hevur síðani aldarskiftið verið hildin sum minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Aftur í ár eru blómutyssi at síggja fram við við vegunum.

Henda dag steðga vit á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum, og bæði í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Mest sjónligur er hesin dagur við teimum mongu blómutyssunum, ið eru at síggja fram við vegunum kring landið - á støðum, har ferðslan hevur kravt mannalív.

Eftir fleiri ár við søguliga lágum deyðstølum í ferðsluni - harav tvey ár við ongari deyðsvanlukku - hevur ein deyðsvanlukka verið síðani seinasta minningardagin. Hon hendi í desember í fjør, tá ein 12 ára gomul genta doyði í vanlukku á landsvegnum við Norðskála.

Tað er Ingi Gunnarsson, sum í 2000 av sínum eintingum tók stig til blómutyssini, og hann samskipar framvegis tiltaki í sambandi við onnur sjálvboðin. Hartil kemur, at Ráðið fyri Ferðslutrygd, fyritøkur og einstaklingar stuðla tiltakinum.

– Men hugskotið ella tankin aftan fyri er nógv eldri enn so, sigur Ingi Gunnarsson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360