Húsarhaldsskúlin verður ikki fluttur

Húsarhaldsskúlin verður ikki fluttur
Borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, sigur, at staðsetingin av Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík ikki verður broytt.
Karl Johansen er borgarstjóri í Klaksvík.
 
05.07.2022 - 12:23

Staðsetingin av Húsarhaldsskúlanum á Biskupstorgi í Klaksvík verður ikki broytt. Hetta sigur borgarstjórin í Klaksvík, eftir at málið hevur verið uppi og vent í býráðnum.

- Tað var breið semja um, at vit ikki viðgera staðsetingina aftur. Býráðið hevur samtykt, at Húsarhaldsskúlin skal liggja á Biskupstorgi, avtala við stýrið fyri Húsarhaldsskúlan bleiv gjørd um leigu av økinum, og tann sáttmálin er undirskrivaður og tinglisin, sigur Karl Johansen. 

Í 2019 ynskti ein býráðslimur at broyta staðsetingina av Húsarhaldsskúlanum, og tá viðgjørdi býráðið eina møguliga flyting. 

- Uppskotið um at flyta Húsarhaldsskúlan bleiv viðgjørt á sinni. Tá atkvøddi ein býráðslimur fyri uppskotinum, meðan 10 býráðslimir atkvøddi móti. Síðani viðgjørdi býráðssamgongan málið, minnilutin varð tikin upp á ráð, og tað var rættiliga breið semja um, at staðsetingin ikki verður viðgjørd aftur í býráðnum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík.

Húsarhaldsskúli Føroya Føroya Húsarhaldsskúli

Caption: 
Ætlanin er, at Føroya Húsarhaldsskúli skal ligga við Biskupstorg í Klaksvík.

1.400 mótmælisskriv broyta ikki staðsetingina 

14. juni í ár handaði Archibald Black býráðnum 1.400 undirskriftir, har mótmælt var um staðsetingina av Húsarhaldsskúlanum við Biskupstorg í Klaksvík, soleiðis at Biskupsstøð verður varðveitt sum eitt søguligt varðveitingarøki.

Men hetta hevur ikki ávirkað borgarstjóran og býrráðssamgonguna.

- Stigtakarin greiddi frá, at av teimum 1.400 undirskriftunum vóru 1.000 búsitandi í Klaksvík. So tað er ein góður fimtapartur av íbúgvunum í Klaksvík. Merkir tað so, at 4.000 íbúgvar møguliga eru fyri - tað veit eg ikki. Men semja er í býráðnum, og staðsetingin verður ikki broytt, sigur ein avgjørdur borgarstjóri. 

Sambært borgarstjóranum í Klaksvík, verður útsýnið til Biskupsgarðin ikki skert, hóast Húsarhaldsskúlin verður bygdur á ætlaðu staðsetingina. 

Tað er sjálvsognarstovnurin, Húsarhaldsskúli Føroya, sum stendur fyri byggingini, og sum hevur fingið stuðul frá býráðnum og landinum. Tí veit borgarstjórin í Klaksvík heldur ikki neyvt at siga, nær farið verður í gongd við at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439