Grønland vil flyta klokkuna ein tíma aftur

Grønland vil flyta klokkuna ein tíma aftur
Grønlendska landsstýrið hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, um at flyta klokkuna ein tíma aftur. Verður tað samtykt, vera bara tveir tímar á muni millum Grønland og Føroyar.
 
05.07.2022 - 17:58

Grønlendska landsstýrið hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, um at flyta klokkuna ein tíma aftur. Tað gera tey fyri at nærkast Føroyum, Danmark, Stórabretlandi og restina av Europa. Tað skrivar Sermitsiag.

Verður tað samtykt, so verður klokkan flutt aftur, so tað bara eru tveir tímar millum Grønland og Føroyar, tveir tímar millum Grønland og Stórabretland og tríggir tímar millum Danmark og meginpartin av Evropa. 

Uppskotið kemur í kjalarvørrinum á, at landsstýrið hevur yvirtikið "Tidens bestemmelse" og sostatt sjálvt kann áseta tíðarsonur. 

Grønlendska arbeiðsgevarafelagið hevur leingi havt eitt ynski um at flyta tíðarsonu, so Grønland kemur tættari at upplatingartíðum í Danmark og Evropa. 

Grønlenska tingið samtykti fyri kortum at avtaka summartíð, eins og kjak hevur tikið seg upp um í Føroyum, men hendan lógin er ikki sett í verk enn, tí grønlendingar bíða eftir ES at seta lógina í gildi, sum strikar summartíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423