U20: Føroyar vunnu á Danmark

U20: Føroyar vunnu á Danmark
U20 manslandsliðið vann fyri løtu síðuni á Danmark í fyrsta dystinum hjá føroyingum í EM-endaspælinum.
 
07.07.2022 - 13:31

Føroysk hondbólts- og ítróttasøga var skrivað á middegi í dag, tá Føroyar leiktu fyrsta dystin í einum EM-endaspæli. 

Fyrsti dysturin var móti Danmark, sum verður mett sum eitt sera sterkt lið í kappingini. 

Føroyar vunnu dystin 33-32. 

Pauli Jacobsen í føroyska málinum stóð sera væl, og hann var eisini kosin dagsins spælari hjá Føroyum.

16 lið eru við í kappingini, og mett verður, at Føroyar eru í bólki við nøkrum av sterkastu liðunum. Fyri uttan Føroyar og Danmark, eru eisini Slovenia og Ungarn í bólkinum. 

Tá hesin sami aldursbólkurin spældi U18-EM, gjørdist Slovenia nummar fýra, Danmark nummar fimm og Ungarn nummar níggju.

Í morgin spæla Føroyar móti Slovenia. Tað er eisini klokkan 12, og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 11.50. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891