Illveður herjar á markinum millum Argentina og Kili

Illveður herjar á markinum millum Argentina og Kili
Illveðrið brast á leygardagin á markinum millum Argentina og Kili. Nógvur kavi legðist, so vegirnir máttu stongjast. Fleiri hundrað fólk sita føst í bilunum
 
11.07.2022 - 10:47

Yvir 400 fólk sita í løtuni føst í bilum á markinum millum Argentina og Kili. Orsøkin er illveður, sum brast á leygardagin, og nógvur kavi legðist, samstundis sum tað er kalt.

Talan er um bæði ferðafólk og um lastbilar, sum standa í 3.000 metra hædd, har tað er sera kalt.

Argentinsk bjargingarlið og herurin hava fingið 120 fólk úr hæddunum í Argentina, men har eru framvegis meir enn 200 fólk eftir, tað sama er kilensku megin.

- Tað er kalt, niður í minus 10 stig, og kavin er meir enn ein metur tjúkkur, sigur politiovastin í býnum Las Heras, Hector Tello, við kilenskar miðlar, skrivar Ritzau.

Illveðrið brast á leygardagin. Tað hevur elvt til, at vegirnir eru stongdir, sum eru ímillum londini, so minst 300 bilar hvørkir sleppa ein ella annan veg.

Arbeiðið at hjálpa fólkunum heldur fram í dag, sigur løgregluovastin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576