Suðuroyggin tódnar

Suðuroyggin tódnar
- At landsstýrið dittar sær at bjóða Herjólf III sum avloysaraskip á Suðuroyarleiðini, er at meta sum hán móti suðuroyingum, sigur Fróði Mortensen, kommunustjóri á Tvøroyri
 
12.07.2022 - 11:37

Seinastu 35 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 20 prosentum, samstundis sum fólkatalið í Føroyum er vaksið við sløkum 19 prosentum. 

Suðuroyggin er tódnað við 1.200 fólkum, svarandi til, at nærum øll Vágs bygd var burtur. Og hetta í eini tíð, har samlaða fólkatalið í Føroyum er økt við 8.300 fólkum.

Tað átti fingið nakrar alarmklokkur at ringt í Løgtinginum, skrivar Fróði Mortensen, kommunustjóri í Tvøroyrar kommunu, í einum lesarabrævi á Suðurrás.fo fyri nøkrum døgum síðani.

Fróði Mortensen, sum ikki vil gera samrøðu við Kringvarpið um málið, spyr í lesarabrævinum, hvørjar Føroyar, vit ynskja? 

Hann vísir á, at vøkstur er so at siga í øllum økjum, burtursæð frá Suðuroyar og Sandoyar økinum, og hann vónar, at komandi Sandoyartunnil fer at venda gongdini í Sandoynni.

At landsstýrið dittar sær at bjóða Herjólf III sum avloysaraskip fyri Smyril á Suðuroyarleiðini, er at meta sum hán móti suðuroyingum, og tað er eitt tekin um onga virðing og vantandi vitan um tørvin hjá ferðafólki og farmi á Suðuroyarleiðini. Hetta eigur undir ongum umstøðum at góðtakast, heldur kommunustjórin.

- Tað er ongin ivi um, at Suðuroyartunnilin má fáa allar hægstu raðfesting á komandi fíggjarætlan hjá Løgtinginum, um niðurbræðingin av Suðuroynni skal steðga. Hetta hóast tað ber í sær, at aðrar almennar verkætlanir mugu útsetast, skrivar Fróði Mortensen og leggur afturat, at hetta hava vit krav upp á sum suðuroyingar og javnbjóðis føroyingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634