Miðlar á vegamóti

Um KVFTíðindi
Miðlar á vegamóti
KVF, Dimmalætting, Norðlýsið og Sosialurin skipa fyri miðlaráðstevnu hósdagin 18. august
 
07/12/2022 - 14:44

"MIÐLAR Á VEGAMÓTI – ein ráðstevna um avbjóðingar og loysnir í føroyska miðlalandslagnum" 
– hetta er yvirskriftin á miðlaráðstevnu, sum KVF, Norðlýsið, Sosialurin og Dimmalætting skipa fyri í Norðurlandahúsinum hósdagin 18. august. 

Føroyska miðlalandslagið er á einum vegamóti

Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur hótta fíggjarliga grundarlagið undir privata blaðmarknaðinum og almenna public service-miðlinum. Ólukkutíð, hendir hetta samstundis, sum bæði staðbundnir miðlar og tjóðarmiðlar eru undir vaksandi trýsti í alheimsgjørda miðlalandslagnum.

Í Føroyum síggja vit, hvussu altjóða miðlarisar dustsúgva lýsingatorgini, og at stroymingar-tænasturnar taka yvir størri og størri partar av miðlanýtsluni. Broyttir miðlavanar og eitt miðla-landslag, sum við vaksandi talinum av globalum veitarum gerst alt meira einstáttað, hava við sær, at eyðkendi føroyski miðlavangin viknar.

Ráðstevnan setur sjóneykuna á føroyska miðlalandslagið og týdning tess í framtíðarinnar Føroyum, har álítandi, kritiskir miðlar og eitt dygdargott vælferðarsamfelag eru fyritreytir hvør hjá øðrum.

Vit spyrja, hvønn týdning eitt føroyskt miðlalandslag hevur í 2022. Hvussu loysa vit avbjóðingarnar at styrkja miðlalandslagið? Hvønn leiklut hava miðlarnir, tá ið tað kemur til at varðveita savningarmegina og fólkaræðið og at menna bæði lokalsamfelagið og samfelagið sum heild? Og at stimbra mentan og tjóðarsamleika í Føroyum? Umboð fyri nakrar av stóru miðlunum í Føroyum og útlendskir serfrøðingar seta miðlagongdina í frásjón.

Á ráðstevnuni leggja hesi fram:

— Mark Blach-Ørsten, professari, RUC
— Mads Brandstrup, stjóri, Danske Medier
— Valgerður Anna Jóhannsdóttir, lektari, Háskóli Íslands
— Eirikur Lindenskov, stjóri, Sosialurin
— Jóhann Lützen, stjóri, Norðlýsið
— Ivan Hentze Niclasen, stjóri, Kringvarp Føroya
— Lars Nord, professari, MittUniversitetet i Sundsvall
— Signe Ravn-Højgaard, adjunktur, Grønlands Universitet
— Keld Reinicke, miðlaráðgevi og fyrrv. programmstjóri á TV2
— Heini í Skorini, lektari, Fróðskaparsetur Føroya
— Sveinur Tróndarson, blaðstjóri, Dimmalætting
— Tina í Dali Wagner, stjóri, Filmshúsið

Skrá og atgongumerki eru at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444

Um kvf css