Summarveðrið ómetaliga óstøðugt

12.07.2022 - 18:18
Innlendis
Summarveðrið ómetaliga óstøðugt
Langtíðarforsagnirnar hava boðað frá meira avfalli enn vanligt, sigur Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur, um summarveðrið, sum ikki kennist so summarligt.
Andrias Klein Gregoriussen er veðurfrøðingur á veðurstøðini.

Vit skriva 12. juli, og tað er hásummar. Men í nátt og í morgun bar av. Millum annað vóru máldir 44 sekundmetrar um Norðradalsskarð og heilir 54 sekundmetrar um Øðradalsskarð.

Tað er ikki ov nógv sagt, at veðrið seinastu tíðina í hásummartíð hevur verið ómetaliga óstøðugt og vánaligt. Og sambært Andriasi Klein Gregoriussen, veðurfrøðingi á veðurstøðini, kemst hetta av mongu lágtrýstunum, sum ferðast rundan um okkum í Norðuratlantshavinum.

- Í stuttum snýr tað seg um, at sera nógv lágtrýst eru komin hendan vegin. Tað hevur nakað at siga, akkurát hvar lágtrýstini hava ferðast her í Norðuratlantshavinum, sigur Andrias Klein Gregorisussen.

Ikki óvæntað veður

Hóast keðiliga summarveðrið helst er óvæntað fyri flestu føroyingar, so kemur tað ikki heilt óvæntað á veðurfrøðingin.

- Langtíðarforsagnirnar hava í eina tíð boðað frá, at norðurevropeiska økið í summar fór mest at vera ávirkað av nógvum lágtrýstum, og at vit tí skuldu vænta meira regn enn vanligt. Hinvegin hevur meginlandið verið ávirkað av nógvum hátrýstum, har veðrið hevur verið heitari enn vanligt, sigur Andrias Klein Gregoriussen. 

Eitt annað, sum hevur ávirkað summarveðrið, er tað, sum veðurfrøðingar rópa El niño-fyribrigdið, har kaldir streymar hava ligið við eystara partin av Kyrrahavinum út fyri Suðuramerika. Og eisini nógvi vindurin kemur sambært veðurfrøðinginum frá mongu lágtrýstunum. 

Ov tíðliga at siga nakað um ólavsøkuna

Sambært veðurfrøðinginum sær tað út til, at avfallið fer at halda fram eina tíð afturat. Tó kunnu vera onkrar góðar vikur í august, sigur Andrias Klein Gregoriussen, sum tó ikki torir at koma við veðurforsøgnum fyri ólavsøkuna. 

- Tá vit gera langtíðarveðurforsøgnir, so tosa vit um miðaltøl. Um hvussu veðrið sær út í miðal fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tá vit skulu hyggja eftir einstøku døgunum, tá er torført at spáa, um veðrið longur fram enn fimm dagar, sigur Andrias Klein Gregoriussen. 

Hoyr Andrias Klein Gregoriussen greiða frá í ljóðbrotinum omanfyri. 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263