Fyrrverandi kona Pidda skal vitna í dag

Fyrrverandi kona Pidda skal vitna í dag
Í dag skal fyrrverandi kona Dánjal Petur Hansen, Pidda, og táverandi unnustan hjá tí ákærda vitna fyri nevningatinginum í Føroyar Rætti.
Húsini sum Dánjal Petur Hansen, Piddi, búði í, men sum vóru tinglýst í navninum hjá fyrrverandi konuni. Í dag skal fyrrverandi kona Pidda vitna í rættinum.
 
12.11.2012 - 09:20
Sambært tí, Linda Hesselberg, ákæri, higartil hevur ført fram fyri nevningatinginum, so er fyrrverandi konan hjá Pidda ein avgerandi liður í motivinum hjá tí 33 ára gamla manninum at drepa og burturbeina Pidda. Ákærdi drap og burturbeindi Pidda, tí hann ætlaði, at táverandi unnustan og hann skuldu yvirtaka húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará. 
 
Fyrrverandi kona Pidda var tinglýstur eigari av húsunum, men Piddi búði framvegis í teimum. Størsti spenningur er um fyrrverandi konan sigur somu søgu sum tann ákærdi um ætlanirnar hjá teimum um at yvirtaka húsini í Runavík. Og um hvussu sá út, tá ið tey fóru inn í húsini á middegi eftir, at Piddi - sambært ákæruvaldinum - varð dripin í teimum um morgunin. 
 
Tann ákærdi noktar seg sekan í øllum ákærum. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775