Hava sett Føroyar á heimskortið

17.07.2022 - 14:21
ÍtrótturHondbóltur
Hava sett Føroyar á heimskortið
Føroyska U20-manslandsliðið hevur við sínum góðu úrslitum í EM-endaspælinum í Portugal av álvara sett Føroyar á heimskortið í hondbólti.

Liðið vann fýra av sínum sjey dystum, tapti tveir tepurt og fekk bara ein avsmurning á leiðini fram ímóti málinum í kappingini, sum var at enda í Topp 10.

Tað eydnaðist og føroysku U20-spælararnir skulu næsta ár sum U21-spælarar við til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi og Grikkalandi.

- Hetta hevur verið eitt hart endaspæl, har fleiri av spælarunum hava verið undir trýsti, tí talan hevur verið um so nógvar dystir í so fáar dagar, sigur ein av venjarunum, Julian Johansen. 

Tvey føroysk landslið afturat skulu spæla endaspøl í summar, tí fyrst í august mánaði skulu U18-menninir spæla EM-endaspæl í Montenegro, og frá 30. juli til 10. august skulu U18-kvinnurnar spæla HM-endaspæl í Norðurmakedonia.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065