Yvir 500 fólk deyð av hitanum í Spania

Yvir 500 fólk deyð av hitanum í Spania
Hitabylgjan í Spania byrjaði 9. juli, og fleiri staðni hava tað verið meira enn 45 stig síðani nógvi hitin kom
Skógareldar herja í Spania, har hitabylgjan hevur tikið lívið av yvir 500 fólkum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.07.2022 - 08:37

Fleiri enn 500 fólk eru deyð í hitabylgjuni í Spania.

Skógareldar hava gjørt um seg í landinum, og nú sigur forsætisráðharrin, at fleiri hundrað fólk eru deyð í nógva hitanum.

- Undir hitabylgjuni eru fleiri enn 500 fólk deyð, sigur Pedro Sánchez, við tíðindastovuna, Ritzau.

Forsætisráðharrin sigur, at talið á deyðum er samanborið við tølini í fjør, og tey tískil ikki alment eru skrásett sum deyð av hita.

 

Byrjaði 9. juli

Hitabylgjan í Spania byrjaði 9. juli, og fleiri staðni hava tað verið meira enn 45 stig síðani nógvi hitin kom.

Í grannalandinum, Portugal, er enn meira hiti skrásettur enn í Spania tær seinastu vikurnar. Har hevur hitin verið heilt uppi á 47 stigum.

Týsdagin skrivaði Reuters, at 1.063 fólk vóru deyð í hitabylgjuni í Portugal, sambært tí, myndugleikararnir hava skrásett.

Onnur lond í Suðurevropa hava eisini verið hart rakt, men tey londini hava tó ikki skrásett nøkur andlát undir hitabylgjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542